ES-nevndin hevur í dag góðkent at lata Ukraina 6,1 milliard evrur - yvir 45 milliardir krónur - í fíggjarligum stuðli.
Peningurin skal brúkast til loft- og rakettverju, rakettir, lóður og radarar, boðar ES-nevndin frá sambært Ritzau.
Stuðulin er partur av einum láni til Ukraina á 90 milliardir evrur - 673 milliardir krónur - sum varð samtykt av ES fyrr í ár.
– Evropa stendur saman við Ukraina, og vit vilja veita tað, sum landið hevur tørv á, tá tørvurin er har, sigur ES-nevndarforkvinnan, Ursula von der Leyen.
Í dag er frælsisdagur Ukraina, har landið hátíðarheldur, at 35 ár eru liðin, síðan landið varð loyst úr táverandi Sovjetsamveldinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald