Innanlands

Seinasta ferðafólkaskipið í ár kemur á Vág í kvøld

Ferðafólkaskipið Hebridean Sky vitjar í Vági fyri triðju ferð í ár, og tað er eisini seinasta ferðafólkaskipið, sum vitjar í Vági í ár.

Hebridean Sky er 90,36 metrar langt og hevur pláss fyri 120 ferðafólkum (Mynd: Vágs kommuna)

Hebridean Sky er 90,36 metrar langt og hevur pláss fyri 120 ferðafólkum (Mynd: Vágs kommuna)

2026-08-24 15:18 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í kvøld vitjar ferðafólkaskipið Hebridean Sky hjá Noble Caledonia í Vági.

Hetta er triðju og eisini seinastu ferð, at skipið vitjar í Vági í ár. Skipið er eisini tað seinasta ferðafólkaskipið, sum vitjar bygdina í ár.

Hebridean Sky leggur at klokkan 22 í kvøld og fer avstað aftur klokkan 13 í morgin. Hetta verður fyrstu ferð, at eitt ferðafólkaskip liggur í Vági yvir nátt, skrivar Vágs kommuna.

Í morgin fara gestirnir á ymiskar útferðir. Flestu ferðafólkini fara við bussi at uppliva oynna, meðan nøkur fara gongutúr.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder