Uttanlands

Koppsetingarætlan skal bjarga smáum pingvinum í Avstralia

Dvørgapingvinirnar á Phillip Island hava stóran týdning fyri ferðavinnuna har. Tær verða nú koppsettar móti fuglainfluensa.

(Mynd: Phillip Island Natore Parks)

(Mynd: Phillip Island Natore Parks)

2026-08-24 15:57 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tær smáu pingvinirnar á avstralsku oynni Philip Islands, eru ein heilt serlig sjón, tá tær koma vaggandi upp úr sjónum og til holurnar uppi á mølheyggjunum.

Hvørt kvøld koma dvørgapingvinirnar upp úr sjónum og standa eina løtu á strondini í smáum flokkum. Her bíða tær, til tær eru nógvar í tali, og byrja síðan sína gongd heim í holurnar.

Fuglagongan er vorðin ein stórhending fyri ferðafólk. Sambært Phillip Island Nature Parks vitjaðu ikki færri enn 700.000 gestir seint á kvøldið fyri at uppliva gongurnar. Philip Island er ein gott 100 ferkilometra stór oyggj, sum liggur út fyri suðurstrond Avstraliu, beint uttan fyri Port Phillip, har stórbýurin Melbourne liggur.

Men nú hóttir H5N1 – virusið, sum elvir til fuglakrím – tær 40.000 dvørgpingvinirnar á oynni. Myndugleikarnir í Avstralia eru tí farnir í gongd við tað, sum tey kalla “størstu koppsetingina av villini fuglum nakrantíð”, skrivar ABC News.

Tað er einans tí, at pingvinirnar altíð koma aftur til sama stað, at tað er gjørligt at fremja eina koppseting sum hesa, sigur Jaclyn Symes, umhvørvisráðkvinna í statinum Victoria.

- Tær eru nakrar smáar yndisligar verur, men tær hava eisini ovurstóran búskaparligan týdning fyri økið og fyri statin Victoria, sigur hon sambært The Guardian.

Myndirnar herundir: Handout/AFP/Ritzau Scanpix

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder