Skúlin við Løgmannabreyt í Hoyvík skipar fyri rennidegi í morgin, týsdagin 25. august.
Byrjað verður at renna klokkan 10, tá ið Høgni Joensen, skúlastjóri, skjýtur renningina í gongd. Roknað verður við, at liðugt er umleið klokkan 11.45.
Runnið verður fyrst omaneftir á gongubreytini fram við Løgmannabreyt, síðani inn í Ansiasgøtu og inn í Maritugøtu og eftir gøtuni oman í Kirkjustræti yvir til Hoyvíkshøllina. Síðani niðan eftir gøtuni í Dalinum Langa niðan til Klingruna. Hagani á gongbreytini yvir til rundkoyringina og so oman eftir gongubreytini fram við Løgmannabreyt og í skúlan.
Vónað verður, at bilførarar at sýna serligt ansni í økinum, meðan renningin er, skrivar skúlin við Løgmannabreyt.
![]()
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald