Uttanlands

Høvini hava ongantíð verið so heit fyrr

Miðalhitin í heimshøvunum var 21,1 stig leygardagin. Tað er tað mesta, sum nakrantíð er mátað. Tað óvanliga við hesum hitametinum er árstíðin.

(Mynd: Sakis Mitrolidis/AFP/Ritzau Scanpix)

(Mynd: Sakis Mitrolidis/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-08-24 18:24 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Upphitingin á jørðini hevur aftur sett eitt met. Hesaferð heimshøvini, ið gerast alsamt flógvari.

Leygardagin 22. august varð miðalhitin í vatnskorpuni í heimshøvunum máldur til 21,1 stig, og tók harvið verandi metið á 21,09 stig, ið varð sett í mars 2024. Tað upplýsir veðurlagstænastan hjá ES, Copernicus.

Tølini byggja á hitamátingar, sum eru gjørdar í 10 metra dýpi í høvunum millum 60 breiddarstig suður og 60 norður. Polarhøvini eru sostatt ikki partur av mátingunum.

Hækkandi hitin í sjónum knýtir seg til veðurlagsbroytingarnar, men sambært Copernicus, so spælir veðurlagsfyribrigdið El Niño ein týðandi leiklut í hesum døgum.

Tað heilt serliga við hesum metinum er árstíðin. Vanliga er hitin í høvunum hægstur í mars og apríl, tá tað er summar á sunnaru jarðarhálvu.

At metið verður sett í august er óvanligt. Heitasti hiti fyri august mánaða frammanundan, varð máldur í 2023, tá tey máldu 20,98 stig.

Longu 21. juni setti hitin í havinum nýtt met fyri árstíðina, við 20,86 stigum.

Les eisini: Heimshøvini vóru metheit í juli

Hóasst hitin ikki var so stórur tá, so var tað eitt tekn um tað, sum vit síggja nú, sigur Copernicus í tíðindaskrivi.

- Hetta metið er enn eitt greitt tekin um eitt hav, sum er undir vaksand trýsti. El Niño leggur hita afturat skipanini, men tað kemur oman á fleiri áratíggju av upphiting, sum menniskju hava skapt, sigur Samantha Burgess, strategiskur veðurlagsleiðari hjá evropeisku veðurtænastuni, ECMWF, í tíðindaskrivinum. 

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder