Í dag eru liðin 25 ár síðan norska krúnprinsaparið Haakon Magnus og Mette-Marit gingu saman í hjúnalag í dómkirkjuni í Oslo.
Í sambandi við silvurbrúdleypsdagin hevur kongshúsið lagt út nýggja mynd av krúnprinsaparinum.
Dagurin verður hildin saman við familjuni, verður sagt. Silvudbrúdleypsveitslan verður hildin seinni, tá heilsustøðan hjá Mette-Marit krúnprinsessu loyvir tí, skrivar kongshúsið í dagføring á Facebook.
Krúnprinsessan fekk nýggj lungu í juni mánaði eftir at lungnasjúka hennara versnaði munandi, og hon er í løtuni undir endurvenjing.
Onki nýtt er enn komið fram í dag um heilsustøðuna hjá Haraldi kongi, sum í farnu viku varð innlagdur á sjúkrahús fyri blóðsjúkuna hemolytisk anemi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald