Í gjáramorgunin var eitt lítið ferðsluóhapp við rundkoyringina í Gøtudali. Ein bilførari helt ikki frástøðuna til bilin frammanfyri og rendi í.
Hetta kostaði eitt klipp og eina bót, og slíkt fingu trý onnur fólk í Eysturoynni týsdagin.
Hetta var tí, at løgreglan var úti við lasaranum og mátaði ferð.
Ein koyrdi 105 km/t, ein 109 km/t og ein 116 km/t. Síðstnevndi fekk koyriforboð, tí viðkomandi koyrdi so mikið skjótt í 80 km/t-økið, stutt eftir at koyrikortið var komið í hús, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Júst í høvuðstaðnum kom eisini eitt klipp, umframt pengingur í bótakassan. Orsøkin var, at bilførari helt í telefonini og tosaði, meðan hesin koyrdi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald