Uttanlands

16 ára gamal ætlaði at leypa á barnagarð

Ákæruvaldið í Noregi metir at drongurin hevði ítøkiligar ætlanir um at fremja eina yvirgangsatsókn.

(Mynd: NRK)

(Mynd: NRK)

2026-08-26 14:35 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein 16 ára gamal drongur í Noregi er skuldsettur fyri at hava fyrireikað eitt yvirgangsálop móti einum barnagarði í eystara parti av Noregi. Tað upplýsir rætturin í Vestfold, sambært norskum miðlum.

Drongurin hevur sitið í varðhaldi síðan fyrst í juni, men fram til í dag, hava norskir miðlar havt forboð móti at umrøða málið.

Sambært ákærumyndugleikanum var málið við ætlaða álopinum at skapa “álvarsligan ótta í fólkinum”, skrivar NRK.

Tann 16 ára gamli skal eitt nú hava skaffað sær ein knív, fleiri øksir, skrivað eitt manifest og gjørt ítøkiligar fyrireikingar, áðrenn hann varð handtikin í juni.

Sambært norsku NTB tíðindastovuni, hevur drongurin greitt løgregluni frá, at hann hevði ætlanir um at drepa seg sjálvan og onnur.

Málið byrjaði, tá norsk løgregla fekk upplýsingar úr útlondum, um útsøgnir, ið drongurin hevði ført fram á ymsum sosialum miðlum.

- Útsøgnirnar vóru av slíkum slag, at løgreglan tók avgerð um at handtaka drongin og seta eina kanning í verk, sigur Lise Dalhaug, løgregluákæri hjá Sydøst Politidistrikt við NRK.

Drongurin hevur eitt nú lagt hóttanir á netið um at hann vildi stinga gentur og kvinnur niður.

Hann var fyrst skuldsettur fyri at ført fram hóttanir á sosialu miðlunum, men hendan skuldseting er nú slept.

Málið verður nú kannað sum eitt yvirgangsmál.

16 ára gamli drongurin situr avbyrgdur í eini ungdómsdeild í fongslinum, og rætturin í Tønsberg metir, at tað er nærliggjandi vandi fyri at hann fremur álvarslig lógarbrot, um hann verður leyslatin.

Verjin hjá dronginum hevur biðið um, at hann í staðin verður settur í húsavarðhald við elektroniskum fótfjøtri. Men hesum hevur norska kriminalforsorgin og rætturin víst aftur.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder