Mentan

Amatøroyar aftur á breddanum

Hetta fyri fyrstu ferð síðani november 2024. Bjarni Arge og Jóan Pauli Dahl Jakobsen hugleiða, prika og flenna eftir ymiskum viðurskiftum í føroyska samfelagnum - øllum frá padel til flogvøllin til FK.

Níggju ár eftir at autonomi poddurin - innanfyri revsilógina men fullkomiliga uttan fyri tamarhald - byrjaði í lestrartíðini í Keypmannahavn, hittust Arge og Jakobsen aftur í danska høvuðsstaðnum við mikrofonum frammanfyri sær (Mynd: Amatøroyar)

2026-08-26 18:05 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Vit eru aftur! Føroyingar gera ALT for nógv burtur úr padel Voxbotn/Tórsfest skulu ikki messa við Føroya Keypssamtøku - we got your back. Fróði Magnussen vil reka Føroyar sum Formula.

Hesar eru nakrar av yvirskriftunum, sum Amatøroyar hevur sett fyri nýggjasta partin - tann fyrsta í nærum tvey ár.

Bjarni Arge og Jóan Pauli Dahl Jakobsen vóru báðir í Keypmannahavn í síðstu viku. Tað var har, at alt byrjaði undir lestrartíð teirra í 2017. 

Á einum hotellkamari skræða teir seg um alt møguligt í føroyska samfelagnum. 

Til ber at lurta her:

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder