Jóhannus Kristmundsson er framfluttur til starv sum lektari í verkfrøði á Náttúruvísindadeildini.
Hetta skrivar Fróðskaparsetur Føroya á heimasíðu sínari í dag.
Jóhannus hevur verið í starvi sum adjunktur á Fróðskaparsetri Føroya síðani 2022. Hann er útbúgvin verkfrøðingur frá Aalborg Universiteti í 2018 og hevur ph.d.-prógv í teldufrøði og havverkfrøði frá Fróðskaparsetri Føroya.
- Síðan hann kom á Setrið, hevur hann undirvíst í fleiri fakum í KT og verkfrøði, og somnuleiðis hevur hann havt ábyrgdina av fleiri bachelor- og masterskeiðum.
Skálamaðurin varð tilnevndur útbúgvingarleiðari í maskinfrøði og el-verkfrøði á Setrinum.
Jóhannus Kristmundsson hevur haraftrat verið sera virkin á umsitingarliga økinum. Hann hevur millum annað verið formaður í Ph.d.-ráðnum frá 2022 til 2024, í KT-nevndini á Setrinum og formaður fyri Verkfrøðingafelag Føroya frá 2026, skrivar setur.fo.
Metingarnevndin, sum setti nýggja lektaran, vísti á serligu styrkirnar hjá Jóhannusi, tá tað ræður um gransking, undirvísing og akademiskt virksemi. Og avrikini luku allar akadeimiskar treytir.
- Hansara vísindaliga arbeiði fevnir um hav, luft og umhvørvi. Hann hevur eisini víst, at hann er førur fyri at fáa uttanhýsis stuðul til gransking og at byggja upp eitt sjálvstøðugt granskingarumhvørvi.
Í metingarnevndini sótu Hans Pauli Joensen, lektari emeritus, Fróðskaparsetur Føroya, Bogi Bech Jensen, adjungeraður professari í orkuverkfrøði, Fróðskaparsetur Føroya og Lars Dittmann, professari á Tekniska Universitetinum í Danmark (DTU).
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald