Mentan

Elin Brimheim Heinesen í Listastovuni

Leygarkvøldið verður konsert við Elin Brimheim Heinesen í Listastovuni í Miðvági.

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2026-08-28 19:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Elin hevur verið ein týðandi rødd í føroyskum tónleiki síðan sjeytiárini. Sangir hennara eru vorðnir føroyskir klassikarar, og á konsertini fer hon at framføra bæði kend løg og tónleik úr sínum ríka sangskatti.

Konsertin er partur av Summartónum og byrjar klokkan 21. Dyrnar lata upp klokkan 20.30, skrivar Listastovan í tíðindaskrivi.

Bólkurin, sum Elin hevur við sær, er:

  • Eyðun Mohr Hansen – gittar
  • Edvard Nyholm Debess – bass
  • Rógvi á Rógvu – trummur
  • Inga L. Simonsen – ljómborð


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder