Grønlendsku flokkarnir Siumut og Naleraq vilja hava Danmark fyri ein altjóða dómstól í sambandi við snyrilsmálið.
Tvær frágreiðingar um málið vórðu almannakunngjørdar fríggjadagin við hvør sínari niðurstøðu.
Tann eina frágreiðingin vísir aftur, at talan var um fólkadráp, tá grønlendskar gentur og kvinnur frá 1960 til fyrst í 90unum fingu snyril settan upp uttan samtykki. Hin frágreiðingin kann ikki útiloka tað men staðfestir, at eind ómstólur má taka støðu til spurningin.
Tí halda Siumut og Naleraq, at altjóða dómstólurin ICJ skal taka støðu til spurningin.
– Tað kann ikki góðtakast, at grønlendska fólkið skal bera avleiðingarnar, uttan at staturin í størri mun skal standa til svars fyri hetta, sigur Aleqa Hammond, forkvinna í Siumut sambært Ritzau.
Naleraq sigur í tíðindaskrivi, at tað ikki loysir seg at koma við einum politiskum dómi í málinum. Bert ICJ kann taka eina bindandi avgerð um Danmark hevur brotið ST-sáttmálan um fólkadráp.
Av tí at Grønland ikki er sjálvstøðugur statur, kann Grønland tó ikki leggja málið fyri ICJ, men onnur lond kunnu gera tað, sigur Pele Broberg, formaður í Naleraq.
Les eisini: Snyrilsmálið: Fólkatingið samtykt endurgjald til grønlendskar kvinnur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald