Innanlands

U.S. Coast Guard á vitjan í Føroyum

Endamálið við vitjanini hesa vikuna var at síggja havnir og fáa eitt prát um havnaviðurskifti.

Umboð fyri U.S. Coast Guard, Landsverk og Føroya Politi

Umboð fyri U.S. Coast Guard, Landsverk og Føroya Politi

2026-08-29 15:04 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Hesa vikuna hevur U.S. Coast Guard vitjað í Føroyum, og endamálið við vitjanini var at síggja havnir og fáa eitt prát um havnaviðurskifti. U.S. Coast Guard eru serliga áhugað í ferðamannaskipum og trygdarkrøvum í havnunum, og møguligt var at eygleiða ferðamannaskip, sum lógu við havn.

Yvirgangsatsóknin í New York hin 11. september 2001 er beinleiðis atvoldin til ávísar broytingar í SOLAS (Safety of Life at Sea) altjóða sáttmálanum og ISPS-koduni (International Ship and Port Facility Code).

Eftir yvirgangsatsóknina avgjørdi IMO (International Maritime Organisation), sum er stovnur undir ST, at kanna tørvin á at seta í verk fyribyrgjandi tiltøk í verk ímóti yvirgangsatsóknum o.ø. ímóti skipum og havnum. Tað er serliga umráðandi fyri USA, at havnir, hagar amerikanskir borgarar ferðast, lúka trygdarkrøvini í ISPS-koduni.

Stjórin í Landsverk, Marjun Weihe Thomassen, hevði framløgu fyri umboðunum fyri U.S. Coast Guard um virksemið og ábyrgdarøkið hjá Landsverki.

Landsverk er myndugleiki fyri ISPS -havnunum í Føroyum og samskipaði vitjanina við havnirnar. Tey trý umboðini fyri U.S. Coast Guard og Landsverk vitjaðu 4 av teimum 14 ISPS -havnunum. Vitjað var í Havn, Klaksvík, Fuglafirði og Runavík.

Hetta var triðja vitjanin hjá U.S. Coast Guard í Føroyum.

Landsverk

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder