25. september verður ársins Vísindavøka í Sjóvinnuhúsinum í Havn, og skráin fyri Vísindavøkuna 2026, sum verður tann 19. í røðini, er nú almannakunngjørd, skrivar Granskingarráðið.
Á skránni verða framløgur, framsýningar og tiltøk, ið á ymsan hátt lýsa gransking og nýskapan, úrslit og nyttuvirði av hesum fyri fólk í Føroyum.
20 stuttar framløgur verða í Kongshøll á 4. hædd frá klokkan 8.30 til klokkan 15.
Á Svalanum á 2. hædd og uttanfyri verða tiltøk fyri stór børn, ung og vaksin. Umboð frá stovnum og feløgum fara at hava samvirkin tiltøk og kapingar á básum. Havstovan sýnir fram ymsar fiskar o.a. og Næmingar og lærarar á Glasi gera royndir.
Dagurin endar við einum miðlafagnaði klokkan 15.30 við snarrøðukapping, einum gestainnslagi um tá list og gransking samskapa, og at enda verður heiðursløn fyri bestu almennu miðling av gransking handað.
Øll tiltøk eru ókeypis, og stroymt verður eisini beinleiðis frá framløgunum. KVF tekur eisini framløgurnar upp og sendir tær seinni í vetur og í vár, skrivar Granskingarráðið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald