Guvernørurin í amerikanska statinum Tennessee, Bill Lee hevur ætlanir um at broyta navnið á floghavnini í Nashville og kalla hana upp eftir countrystjørnuni Dolly Parton, sum andaðist týsdagin, 80 ára gomul.
Bill Lee boðar frá, at hann og floghavnin í Nasville eru samd um at broyta navnið á floghavnini til heiðurs fyri Dolly Parton, sum var úr Tennessee.
– Har, sum Tennessee bjóðar heiminum vælkomnum, er tað hóskandi, at Nashville International Airport fer at fer at bera navnið á yndisdóttrini hjá statinum og bjóða ferðandi vælkomin við varandi arvinum eftir tónleiki, gávumildi, trúgv og blíðskapi Dolly.
Fráboðanin frá guvernørinum kemur, eftir at fjepparar hjá Dolly Parton hava savnað inn undirskriftir fyri at fáa broytt navnið á floghavnini.
Talan er um eina innsavning, sum byrjaði í januar 2025, og sum í skrivandi stund hevur góðar 168.000 undirskriftir.
Les eisini: Dolly Parton mest stroymda tónlistafólk mikudagin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald