Týsdagin verður Haakon kongur formliga tikin í eið sum kongur av Noregi.
Hetta verður sambært norsku grundlógini á fundi í norska Stórtinginum.
Hátíðarhaldið verður týsdagin klokkan 12 føroyska tíð. Tá skal Haakon kongur formliga binda seg til at standa á odda fyri landinum sambært galdandi lógum Noregs, skrivar Ritzau.
Týsdagin eru júst fýra dagar lidnir, síðan Harald kongur andaðist. Hann andaðist tíðliga fríggjamorgunin, 89 ára gamal. Tá Harald gjørdist kongur í 1991, varð hann eisini tikin í eið í Stórtinginum fýra dagar eftir, at pápi hansara, Olav kongur andaðist.
Undir hátíðarhaldinum, sum verður víst í sjónvarpi, fer formaðurin í Stórtinginum eisini formliga at kunngera, at Harald kongur er deyður, og at Haakon nú er kongur.
Fríggjadagin eftir deyða Harald kongs hitti Haakon kongur norsku stjórnina á serligum ríkisráði, har hann kunngjørdi kongsnavn sítt, Haakon VIII, eins og hann valdi "Alt for Norge" (Alt fyri Noreg) sum leiðarorð síni.
"Alt for Norge" hava verið leiðarorðini hjá øllum norskum kongum síðan Haakon VII, langabbi núverandi Haakon kongi, gjørdist kongur av Noregi.
Les eisini: Haakon kongur mintist pápa sín í fyrstu røðuni sum kongur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald