Uttanlands

Kýpros: Ferðafólkaskip við 267 fólkum koppað

Í minsta lagi sjey fólk hava latið lív.

244 fólk eru bjargað úr vatninum (Mynd: Stringer/Reuters/Ritzau Scanpix)

244 fólk eru bjargað úr vatninum (Mynd: Stringer/Reuters/Ritzau Scanpix)

2026-08-30 14:54 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í minsta lagi sjey fólk eru deyð, eftir at eitt ferðafólkaskip við umleið 267 fólkum umborð koppaði út fyri Norðurkýpros.

Leitingar- og bjargingararbeiði er í gond, og orsøkin til vanlukkuna er higartil ókend, skrivar Ritzau.

Skipið, sum var ávegis móti turkisku havnini Tasucu koppaði, eftir at tað byrjaði at taka vatn inn stutt eftir fráferð úr Kýpros.

Umborð á skipinum vóru 259 ferðafólk umframt manningin, sum taldi átta fólk. 244 fólk eru bjargað úr vatninum, og 23 eru framvegis ikki komin afturíaftur, skrivar TV2.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder