Innanlands

Handtikin fyri harðskap

Eitt harðskapsmál í Havn varð meldað seint í gjárkvøldið.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-08-31 07:59 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Løgreglan handtók í gjárkvøldið ein persón í sambandi við eitt harðskapsmál, sum varð fráboðað í Havn.

Tað var stutt fyri klokkan 23, at ein persónur meldaði harðskapin, sum var hendur stutt frammanundan.

Órættaði, sum segði, at hann var sligin og hevði sjónligar skaðar, visti, hvør hevði framt harðskapin, og fekk løgreglan skjótt fatur á honum.

Viðkomandi, sum er undir illgruna fyri at hava framt harðskapin, hevur sitið í brummuni í nátt, tí hann var so ávirkaður, at løgreglan hevur enn ikki fingið avhoyrt hann, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Vaktleiðarin leggur afturat, at talan er um ein persón, sum løgreglan kennur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder