Uttanlands

Í morgin kunnu norðmenn síggja kistuna hjá norska konginum

Seinnapartin verður Harald kongur fluttur í slotskapellið, har fólk frá í morgin til og við 8. september kunnu síggja kistuna.

Fólk hava lagt blómur til minnist um Harald kong í Oslo (Mynd: Odd Andersen/AFP/Ritzau Scanpix)

Fólk hava lagt blómur til minnist um Harald kong í Oslo (Mynd: Odd Andersen/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-08-31 11:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Kistan við norska Harald kongi verður í dag klokkan 15 flutt í kapellið í kongaliga slottinum í Oslo, har norðmenn frá í morgin kunnu síggja hana og siga konginum farvæl.

Kapellið letur upp fyri almenninginum týsdagin klokkan 14, og verður opið fram til klokkan 18 dagin áðrenn jarðarferðina, skrivar Ritzau.

Harald kongur andaðist fríggjamorgunin 28. august klokkan 6.36 norska tíð á Ríkissjúkrahúsinum í Oslo, har hann hevði verið innlagdur síðan 17. august. Norski kongurin gjørdist 89 ára gamal.

Nú er greitt, at jarðarferðin verður mikudagin 9. september úr dómkirkjuni í Oslo.

Les eisini: Donsku kongshjúnini til Noregs at fylgja

Børan við Harald kongi verður, sum áður nevnt, flutt í kapellið klokkan 15, og verður hon borin av børnum og abbabørnum hansara. Við í fylginum vera m.a. eisini Mette-Marit drotning og Sonja drotning.

Kongskrúnan, ríkissvørðið og kongsstavurin verða eisini borin inn í kapellið, har skipað verður fyri privatum minningarhaldi fyri familjuni, hovinum og ovastu starvsfólkum hansara.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder