Innanlands

Johannudagurin verður komandi vikuskifti

Byrjað verður fríggjakvøldið við syngið við umborð á Johannu, og leygardagin verður ymiskt á skránni allan dagin.

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2026-08-31 13:56 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fríggjadagin 4. og leygardagin 5. september verður Johannudagurin aftur hildin í Vági, har Vágs Havn og Vágsfjørður verður karmur um ymisk tiltøk. Skráin sæst her.

Byrjað verður fríggjakvøldið við syngið við umborð á Johannu, og leygardagin verður nógv á skránni allan dagin. Um viðrar, koma træskipini Thorshavn, Dragin og Westward Ho á vitjan, umframt at Johanna TG326 eisini liggur við kai.

Grindabátarnir fara á fjørðin, kappróðrarbátar kappast, og børnini kunnu fara á skattaveiðu við sjórænarunum. Eisini verður stóra vatnkríggið á skránni, skrivar Vags kommuna.

Á skránni eru nógv onnur tiltøk, og dagurin endar við Johannubuffi, syngið við og bryggjudansi við Vinmonnum.

Tað eru felagið Johanna TG 326, Vágs kappróðrarfelag og Vágs kommuna, sum skipa fyri Johannudegnum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder