Uttanlands

Russland: Nato-virksemið í Arktis er ein trygdarhóttan

Vaksandi virksemið hjá Nato økir um vandan fyri hernaðarligum samanbrestum, ávarar russiski uttanríkisráðharrin.

(Mynd: Ramil Sitdikov/AFP/Ritzau Scanpix)

(Mynd: Ramil Sitdikov/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-08-31 13:23 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Russland fatar virksemið hjá Nato í Arktis, sum beinleiðis trygdarhóttan.

Tað sigur russiski uttanríkisráðharrin, Sergej Lavrov, í eini grein, sum uttanríkisráðið í dag hevur almannakunngjørt, skrivar Reuters.

Í februar kom Nato við ætlanini kallað Arctic Sentry, ið skal styrkja trygdina í Arktis og eisini tryggja hjáveruna hjá verjusamgonguni í økinum.

- Ágangandi ætlan

Russland, sum hevur ein flota við eitt nú kjarnorkuriknum kavbátum í Arktis, hevur fyrr funnist at hesi Nato-ætlanini.

Lavrov heldur, at hernaðarvirksemið hjá Nato í økinum er ‘ágangandi’.

- Slíkt hernaðarvirksemi so langt norðuri er ein beinleiðis hóttan móti trygdini hjá Russlandi.

- Vandin fyri hendingum, ið kunnu elva til vápnaðar samanbrestir við vanlukkuligum avleiðingum, er vaksandi, skrivar Lavrov.

Arctic Sentry

Arctic Sentry ætlanin hjá Nato varð sett í verk eftir álvarsliga spenningin, sum amerikanski forsetin, Donald Trump, elvdi til við sínum kravi um ognarrætt til Grønland.

Ætlanin snýr seg ikki einans um Grønland, men merkir, at Nato tekur yvir samskipanina av øllum hernaðarligum virksemi í øllum Arktis.

Hetta hendir við amerikanskum stuðuli, og kann síggjast sum ein máti at ganga stúranini hjá Trump á møti viðvíkjandi trygdini í økinum.

Danmark stuðlar uppvávuni við sínum F-35 stríðsflogførum, skrivar Ritzau.

Russland er tað landið í økinum, sum hevur størstu hernaðarligu hjáveru í Arktis. Hesi seinastu árini er Kina farið at økja um sítt virksemi í økinum, har landið hevur áhuga í mineralska ríkidøminum, í samstarvi við Russlandi.

Noreg, sum er granni til Russland, víðkaði í herfyri um sína nýstovnaðu hernaðarbrigadu í Arktis.

Russland hevur fyrr víst aftur, at landið er nøkur hóttan móti Nato.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder