Nýtslan av smartglasses ella snildbrillum kann vera í ósamsvari við dátuverndarlógina og revsilógina, og ert að av stórum týdningi, at vit fylgja væl við, hvussu tøknin mennist, hvussu grannalond okkara handfara spurningin, og hvussu vit tryggja persónliga frælsið hjá tí einstaka.
Tað sigur Beinir Johannesen løgmaður, sum hevur svarað fyrispurningi frá Bjørt Lind tingkvinnu fyri Javnaðarflokkin um snildbrillur.
Tingkvinnan hevur spurt løgmann, hvørjar váðar hann sær við snildbrillum, sum gera tað møguligt at taka myndir og film av fólki, uttan at tey eru varug við tað.
Hon vil eisini hava at vita, um løgmaður heldur, at galdandi reglur um upptøkur og um at deila myndir og film eru nøktandi, tá talan er um snildbrillur, ella um hann metir, at tørvur er á serligum reglum um snildbrillur.
Beinir Johannesen viðgongur, at vandi kann eitt nú vera fyri, at viðkvæmar persónligar upplýsingar verða tiknar upp og deildar uttan samtykki, eins og vandi kann vera fyri, at brot verður framt á rættindi hjá tí einstaka til privatlív, sigur hann.
Eiga at vera varug við avleiðingarnar
Men hóast nýtslan av snildbrillum kann vera ólóglig, eru brillurnar ikki ólógligar í sjálvum sær, sigur hann.
– Eg meti tað vera av stórum týdningi, at hvør einstaklingur er varugur við egna nýtslu av tólum, sum kunnu taka upp myndir og filmar, og at hvør einstaklingur er varugur við, hvørjar avleiðingar hetta kann hava fyri ein sjálvan og onnur, sigur løgmaður.
Hann vísir á, at fleiri nýmótans tól í dag kunnu gera upptøkur av fólki, uttan at tey varnast tað.
– Ein hópur av nýmótans tólum, eitt nú leikur og ur, kunnu í dag taka upp ljóð, myndir og filmar, uttan at fólk varnast tað og tað kann tí vera trupult at lóggeva einans hvat snildbrillum viðvíkur, um ein ynskir at umganga ólógliga nýtslu av slíkum tólum.
Málið er ikki svart-hvítt
Bjørt Lind ásannar, at snildbrillur hava nógvar møguleikar, men reikir tøknin eisini nýggjar spurningar um privatlív og samtykki.
– Við vanligari fartelefon er ofta sjónligt, tá ein persónur tekur eina mynd ella filmar. Tá myndatólið hinvegin er bygt inn í brillur, sum líkjast vanligum brillum, kann tað vera torført hjá fólki at vita, um tey verða avmyndaði, sigur hon í viðmerking til fyripsurningin.
Samstundis er málið ikki svart-hvítt, sigur hon, tí snildbrillur kunnu eisini hava gagnlig endamál, eitt nú sum hjálpartól hjá blindum og sjónveikum, sum hjálp frá vitlíki kunnu fáa upplýsingar um tað, ið er rundan um tey.
– Men møguleikin at ganga runt í almenna rúminum og taka onnur upp, uttan at tey greitt varnast tað, er ein grundleggjandi broyting. Tað kann skapa ótryggleika og gera tað truplari hjá tí einstaka at vita, nær hann verður filmaður, og hvat upptøkurnar síðani verða brúktar til, sigur hon.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald