Í dag skal Haakon kongur í Noregi í Stórtingið at svørja eið fyri fólkavalda tjóðartinginum.
Heilt síðan 1814 hevur staðið í norsku grundlógini, at tá kongur doyr, skal nýggi kongurin svørja eið fyri sjálvu stórtinginum.
Tí er hetta nakað, sum nýggi kongurin skal gera, hóast Haakon VIII longu tók við sum kongur. í somu løtu, sum pápi hansara doyði.
Klokkan 13 í dag, norska tíð, fer henda serliga hending fram í stórtinginum.
Her fer kongur at svørja ein eið, har hann bindur seg til at vera trúfastur móti stórtinginum og tí, ið stórtingið avgerð.
Norska ríkissjónvarpið, NRK, fer at senda beinleiðis frá hendingini.
Eiðurin, sum Haakon ber fram í dag er soljóðandi:
“Jeg lover og sverger å ville regjere kongeriket Norge i overensstemmelse med dets konstitusjon og lover, så sant hjelpe meg Gud den allmektige og allvitende.”
Í eiðinum verður dentur lagdur á, at Noreg er eitt grundlógarbundið kongsveldi og myndugleikin hjá kongi er avmarkaður og reguleraður av ásetingum í grundlógini, greiðir stórtingið frá á netinum.
Kongshúsið hevur upplýst at Mette-Marit drotning verður við til hesa týdningarmiklu hendingina eins og Sonja drotning var við Harald kongi tá hann svór sín eið fyri stórtinginum í januar 1991.
Eisini Ingrid Alexandra krúnprinsessa verður við. Sum krúnprinsessa skal hon eisini svørja eið til grundlógina. Hetta hendir skrivliga á kongsslottinum seinni í dag, skrivar NRK.
Haakon, sum gjørdist krúnprinsur í 1991, var ikki við, tá Harald kongur svór eið fyri stórtinginum. Haakon var 17 ára gamal tá, og ikki myndugur. Hann undirskrivaði sín skrivliga eið í juni sama ár, tá hann fylti 18 ár.
Í stórtinginum í dag verða Sverre Magnus prinsur og omma hansara Sonja drotning eisini til staðar sum vitni.
Kongaliga familjan fór í gjár út á slottsplássið at skoða og takka fyri tær nógvu blómurnar, ið eru lagdar har (Mynd: Cornelius Poppe/NTB/Ritzau Scanpix)
![]()
(Mynd: Cornelius Poppe/AFP/Ritzau Scanpix)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald