Russiskar trygdartænastur „fyrireika yvirgangsatsóknir vendar móti verjuvinnuni í Danmark”.
Tað sigur Emil Græsholm, ið er ovasti fyri mótfregnartænastuni hjá Politiets Efterretningstjeneste, PET, í eini samrøðu við blaðið Berlingske.
- Tað er ein so ítøkilig fyrireiking, at vit meta tað neyðugt at fara út við boðunum um, at tað er ein hóttan, ið skal takast í álvara, sigur Emil Græsholm.
Hann nevnir eldsáseting sum eitt møguligt mál frá russiskari síðu.
Tað eru serliga fyritøkur í verjuvinnuni, sum arbeiða við hernaðarhjálp til Ukraina, ið kunnu vera mál hjá russum, verður sagt.
Við TV2 sigur Emil Græsholm, at Russland bæði hevur ætlanir um og eisini fremur yvirgangstiltøk móti fyritøkum í verju- og vápnavinnuni.
- Vit síggja, at danskar fyritøkur eisini eru mál fyri ávísum russiskum yvirgangsætlanum, og at russiskar fregnartænastur fyrireika yvirgangstiltøk, ið eru vend móti vápnaídnaðinum í Danmark, sigur fregnartænastuovastin.
Sambært honum eru ætlanirnar so mikið veruligar, at danska verjutænastan „er stúrin”.
Sum dømi nevnir Emil Græsholm, at russiskar trygdartænastur hava roynt at fáa „heilt vanligar danir” til at fremja uppgávur fyri Russland.
Uppgávurnar kunnu til dømis vera at kanna og upplýsa um atkomu- og trygdarviðurskiftini hjá verksmiðjum og fyritøkum í Danmark.
Fregnartænastuovastin heitir tí á fyritøkur, sum arbeiða í verju- og vápnaídnaðinum um at økja um trygdina, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald