Innanlands

Rakul Mikkjalsdóttir sett sum sertannlækni í ortodonti í Barnatannrøktini

Tórshavnar kommuna hevur sett tvørakvinnuna í starv, sum ikki hevur verið seinastu árini. Hon skal serliga stavast við bønum og ungum, ið hava tørv á tannrætting.

Mær dámar væl at arbeiða við børnum, og hetta er eitt starv. Eg havi havt í huga leingi, og nú var møguleikin har, sigur Rakul Mikkjalsdóttir (Mynd: torshavn.fo)

Mær dámar væl at arbeiða við børnum, og hetta er eitt starv. Eg havi havt í huga leingi, og nú var møguleikin har, sigur Rakul Mikkjalsdóttir (Mynd: torshavn.fo)

2026-09-03 16:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinastu árini hevur Tórshavnar kommuna ongan fastan sertannlækna havt til tannrætting, og uppgávan hevur verið røkt av sertannlækna úr Danmark.

Men hetta er nú broytt.

Tórshavnar kommuna skrivar, at fyrr í ár samtykti býráðið at lýsa starvið leyst, og Rakul Mikkjalsdóttir varð sett.

- Eg havi glett meg til at byrja í starvinum. Mær dámar væl at arbeiða við børnum, og hetta er eitt starv, eg havi havt í huga leingi, og nú var møguleikin har, sigur Rakul Mikkjalsdóttir.

Rakul Mikkjalsdóttir byrjaði í starvinum 1. September og starvast á tannlæknastovuni á Skúlanum við Løgmannabreyt.

Two women stand smiling in a modern reception area. One wears a gray sweater and black pants, the other a green shirt and white pants.Rakul Mikkjalsdóttir og Unn Jacobsen, tannlæknatjóri í Tórshavnar kommunu

Barnatannrøktin í Tórshavnar kommunu bjóðar øllum børnum og ungum frá 0 til 17 ár alla neyðuga tannrøkt. Umleið 6000 børn og ung eru knýtt at Barnatannrøktini hjá Tórshavnar kommunu.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder