Innanlands

Leki í Leirvík: Heita á borgarar at kanna oljutangan

Leki er komið á ein oljutanga í Leirvík, og olja rennur oman í gamla bátahylin..

2026-09-03 14:36 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyri løtu síðani boðaði Eysturkommuna frá, at leki er komið á ein oljutanga í Leirvík, og at olja rennur oman í gamla bátahylin.

Hetta kann sjálvandi hava keðiligar ávirkan fyri borgarkar.

Tískil heitir kommunan á borgarar í Leirvík um at kanna oljutangan og at kanna eftir um oljunýtslan brádliga er hækkað munandi.

Sløkkiliðið er á staðnum, men í skrivandi stund er ikki staðfest, hvar lekin kemur frá, skrivar Eysturkommuna.

Borgarar verða bidnir um at boða átaksleiðaranum frá, um nakað óvanligt verður varnast - ella um illgruni er um leka.

Tekin um oljuleka kunnu verða:

- Ein nýtir óvanliga nógva olju, ella brádliga hækkar nýtslan munandi 

- Tað luktar av olju uttanfyri ella inni í húsunum hjá tær ella grannanum

- Sjónligir oljublettir eru at síggja í lendinum og til dømis í veitum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder