Innanlands

Norðurlendsku londini hava undirritað eina felags yvirlýsing um veitingartrygd

Samstarv um veitingartrygd millum Norðurlond styrkir førleikan at tryggja atgongd til grundleggjandi vørur og tænastur, tá kreppa rakar – bæði í friðar- og stríðstíð..

- Talan verður ikki um hepni, tá vit framyvir skulu vera kvikfør at bera okkum gjøgnum óvæntaðar kreppur,

- Talan verður ikki um hepni, tá vit framyvir skulu vera kvikfør at bera okkum gjøgnum óvæntaðar kreppur,

2026-09-03 18:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Uttanríkis- og fiskimálaráðið: Norðurlendsku londini eru samd um eina felags yvirlýsing um veitingartrygd. Samstarv um veitingartrygd millum Norðurlond styrkir førleikan at tryggja atgongd til grundleggjandi vørur og tænastur, tá kreppa rakar – bæði í friðar- og stríðstíð.

Gjøgnum tætt samstarv fara Norðurlond at menna eina samskipaða og sterka tilbúgving til tess at tryggja álítandi framleiðslu, flutning, útlutan og handil, eisini í løtum merktar av kreppu.

- Talan verður ikki um hepni, tá vit framyvir skulu vera kvikfør at bera okkum gjøgnum óvæntaðar kreppur, men um áræði, samstørv og álit. Við hesi yvirlýsingini um veitingartrygd við okkara norðurlendsku grannum tryggja vit sterkar og støðugar samfelagsveitingar í møguligum krepputíðum.
Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og fiskimálum

Yvirlýsingin varð undirritað 2. september 2026 í sambandi við árliga fundin í norðurlendska samstarvinum um veitingartrygd, Nordic Supplies Summit.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder