66.169
Hetta var ferðafólkatalið fyri flogvøllinum í Vágum í august.
Tað skrivar Kringvarpið á heimasíðu sínari.
Talan er um eitt væl hægri tal enn í fjør: Í prosentum er talið fyri 2026 9,2 prosent hægri enn fyri í august í fjør.
Og kós er aftur sett móti einum metári hjá Vága Floghavn.
Sambært tølum hiðani, sum KVF hevur skrivað um í dag, er vøksturin fyri fyrstu átta mánaðirnar sløk sjey prosent: 6,9 prosent. Hetta í mun til í fjør.
Higartil í ár er ferðafólkatalið á føroyska flogvøllinum 359.348. Tølini eru gjørd upp 1. september.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald