Eitt ferðsluóhapp fór fram á Eysturbrúgv (Østerbro) í gjár, har ein bilur rendir á nakrar súkklur í einum svingi.
Nøkur fólk fingu smærri skaðar, men hendingin kostaði einari 65-ára gamlai kvinnu lívi.
Hetta skriva fleiri danskir miðlar.
Í dag hevur løgreglan í Keypmannahavn boðað frá, at bilførarin hevur verið innlagdur og eina løtu í lívsvanda síðani hendingina.
Talan er um ein 74-gamlan mann, og sambært donsku løgregluni er illgruni um eitt hvørt er hent við honum beint fyri vanlukkuna: Ástøði er, at bilførarin fekk eitt "ildebefindende". Hetta skrivar tv2.dk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald