Mentan

We need Art – Søgurnar handan veggirnar

Um tær løgnu løturnar, løtur har tað mundi gingið galið, samanhaldið, gestablídnið, hugleiðingar hjá listafólkunum, og søgurnar, sum ongantíð komu út á sosialu miðlarnar.

2026-09-04 14:34 Author image
Innsent
placeholder

- Tú hevur sæð veggirnar. Men tú hevur ikki hoyrt søgurnar aftanfyri veggirnar.

Í kvøld, fríggjakvøldið, verður latið upp fyri øllum tí, sum hendi rundan um tiltakið We Need Art 2026: Tær løgnu løturnar, løtur har tað mundi gingið galið, samanhaldið, gestablídnið, hugleiðingar hjá listafólkunum, og søgurnar, sum ongantíð komu út á Instagram ella Facebook.

Øll verkini verða gjøgnumgingin fyri at vísa hvussu tey blivu til, við myndum og persónligum søgum.

Borgarstjórin fer eisini at siga nøkur orð.

Og sum nakað heilt serligt, so verður møguligt at bjóða upp á verk, sum tey føroysku listafólkini hava málað á plátur í býnum.

Tiltakið verður í Perluni í Tórsgøtu í kvøld kl. 19 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder