placeholder
Innanlands

Føroya vakrasta hálvmaraton ávirkar ferðsluna í Vágum

Landsverk boðar m.a. frá, at Gásadalstunnilin verður stongdur frá kl. 09.30 til 11.30.

(Savnsmynd: jn.fo)

(Savnsmynd: jn.fo)

2026-09-05 09:20 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í sambandi við Føroya vakrasta hálvmaraton, sum verður í dag, verður ferðslan í Vágum ávirkað.

Landsverk boðar frá, at Gásadalstunnilin verður stongdur frá kl. 09.30 til 11.30.

Vatnavegurin verður stongdur frá kl. 11:30 til 13:00. Stongt verður frá rundkoyringini við FK í Miðvági til omankoyringina á flogvøllinum.

Millum kl. 13.00 og 14.00 verður konvoykoyring, sum Vága bjargingarfelag skipar fyri.

Heitt verður á bilførarar um at vísa varsemi á leiðunum, har renningin fer fram, skrivar Landsverk.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder