Seinnapartin í gjár vórðu fleiri vegir í Eysturoynni stongdir orsakað av umfatandi oljudálking, og løgreglan heldur seg vita, hvør orsøkin var.
Hildið verður, at oljan kom frá einum lastbili, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn, sum ikki fær greitt nærri frá, tí at málið skal kannast nærri. M.a. skulu vitni avhoyrast.
Løgreglan fekk fráboðanina um oljudálkingina klokkan 11.55, og allir vegirnir vóru latnir uppaftur um klokkan 15.50.
Stongsulin hevði við sær langar bilrøðir, og tók tað yvir ein tíma, eftir at vegirnir vóru latnir upp, til ferðsluviðurskiftini vóru komin í rættlag aftur, sigur vaktleiðarin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald