Í dag vitja amerikonsku sendifólkini Jared Kushner og Steve Witkoff í ukrainska høvuðsstaðnum Kyiv, og russiski forsetin, Vladimir Putin hevur givið boð um at steðga loftálopum á Kyiv í sambandi við vitjanina.
Steðgurin byrjaði á midnátt 5. september og varar til og við 8. september, sigur talsfólk hjá russisku stjórnini, Dmitrij Peskov við russisku tíðindastovuna Tass.
Í gjár vitjaðu Witkoff og Kushner í Russlandi, og í hesum sambandi hevði ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj boðað frá, at russiska loftrúmið fór at vera trygt undir vitjanini.
Kushner og Witkoff vitja bæði Russland og Ukraina hetta vikuskiftið fyri at leggja fram eina ætlan, sum kann fáa ein enda á krígnum millum Russland og Ukraina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald