Innanlands

Fleiri ferðsluóhapp í gjár

Seinasta samdøgrið hevur løgreglans krásett fleiri ferðsluóhapp.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-09-06 09:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinasta samdøgrið hevur løgreglan skrásett fleiri ferðsluóhapp.

Í gjár klokkan 14.30 varð boðað frá, at ein bilur var farin útav vegnum norðanfyri Haldórsvík. Sum skilst hevði hetta ikki við sær álvarsligan skaða, men førarin fór á sjúkrahúsið til kanningar, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Seinnapartin í gjár varð eisini boðað frá, at ein útlendingur í einum leigubili var farin útav vegnum, og varð hann hjálptur uppaftur.

Vaktleiðarin sigur, at tað er javnan, at løgreglan fær fráboðanir frá útlendingum, sum eru farnir útav, tá teir hava koyrt eftir vegum, sum eru smalri, enn tað teir eru vanir við.

Klokkan 22.30 var eitt ferðsluóhapp í Norðragøtu, har ein bilur rendi í afturpartin á einum øðrum. Ein bilførari er skuldsettur fyri ikki at halda neyðugu frástøðuna.

Stutt fyri klokkan fimm í morgun var eisini eitt lítið ferðsluóhapp í Havn, har ein bilur rendi á eitt skelti.

Tá førarin varð kannaður vísti tað seg, at hann var ávirkaður av rúsdrekka, so hann er skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder