Ein vanlukka við einum farmaflogfari á floghavnini í Miami í amerikanska statinum Florida hevur kravt í minsta lagi fimm mannalív.
Tað sigur Daniella Levine Cava, borgarstjóri í sýsluni Miami-Dade á tíðindafundi í kvøld okkara tíð.
Umframt tey fimm, sum hava latið lív, eru fleiri onnur fólk flutt á sjúkrahús við ókendum skaðum.
Í minsta lagi fimm fólk fingu skaða, harav trý eru álvarsliga løstað, skriva m.a. tíðindastovurnar Ritzau og Reuters.
Altjóða floghavnin í Miami er í kvøld stongd fyri allari flogferðslu orsakað av vanlukkuni, har eitt farmaflogfar fór útav flogbreytini, tá tað skuldi seta seg í Miami og rendi síðani á fleiri akfør.
Sambært lokalum myndugleikun kom eldur í flogfarið.
Talan var um eitt flogfar av slagnum Boeing 767 hjá handilsrisanum Amazon, sum verður brúkt til farmaflutning.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald