Hevur landsstýrið ætlanir um at gera nakað við at samskipa rottutýningina saman við kommununum?
Tað vil Fía Selma Nielsen, tingkvinna fyri Fólkaflokkin hava at vita frá Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinnu í heilsu- og orkumálum.
Tað átti at verið gjørligt við felags innsats ímillum land og kommunur at týnt rottuna í Føroyum, tí tað sær ikki út til, at kommunurnar, sum hava ábyrgdina av rottutyningini, megna uppgávuna, sigur Fía Selma Nielsen.
Rotta er eitt skaðadjór, sum ger óbótaligan skaða á okkara náttúru, serliga okkara fuglalív, sigur tingkvinnan, sum vísir á, at rottan kann gera stóran materiellan skaða, umframt at hon er smittuberi, sum ber sjúkur millum menniskju og djór.
Fía Selma Nielsen hevur eisini spurt Eyðdis Hartmann Niclasen, hvørjar ávirkanir hon metir, at einar rottufríar Føroyar høvdu havt á fuglastovnarnar í Føroyum, og hvørjar ávirkanir hon metir, at einar rottufríar Føroyar høvdu havt á burðardygdina í føroysku náttúruni annars.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald