Í dag hittast danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, grønlendski landsstýrisformaðurin Jens-Frederik Nielsen og Beinir Johannesen løgmaður á hálvárliga ríkisfundinum, sum hesa ferð verður í grønlendska høvuðsstaðnum Nuuk.
Á fundinum í dag fara teir tríggir stjórnarleiðararnir at umrøða samstarvið í ríkisfelagsskapinum, og í morgin verður fundur í samstarvsráðnum, har danski uttanríkismálaráðharrin, løgmálaráðharrin og verjumálaráðharrin luttaka, umframt grønlendsku og føroysku landsstýrisfólkini á hesum økjum - harímillum Aksel V. Johannesen og Bárður á Steig Nielsen.
Eisini skulu teir tríggir stjórnarleiðararnir hitta ES-nevndarforkvinnan, Ursula von der Leyen, sum eisini vitjar í Nuuk í hesum døgum.
Dagførd kl. 10.02
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald