placeholder
Innanlands

Veltan vil leggja størri dent á at deila royndir og vitan

Á aðalfundi í summar varð samtykt at broyta viðtøkurnar hjá felagnum, og við nýggju fíggjarligu karmunum er Veltan ikki longur bundin at somu føstu útreiðslum sum áður. Tað gevur felagnum størri rásarúm til at leggja orkuna í tað, sum limirnir brenna fyri: at velta, læra, royna, deila vitan og skapa felagsskap kring føroyska grønmetisvelting.

2026-09-07 16:03 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Áhugafelagið Veltan hevur í summar havt aðalfund. Umframt at hava fingið nýggja nevnd hevur felagið eisini samtykt broytingar í viðtøkunum hjá felagnum, soleiðis at tær í størri mun endurspegla virksemið, samleikan og kósina hjá felagnum.

Tríggir nevndarlimir stóðu fyri vali á aðalfundinum í juli, og nýggja nevndin hevur nú skipað seg við Elisabeth Skarðhamar Olsen sum forfólki, Birgith Lassen sum kassameistara og Honnu á Reynatúgvu sum skrivara. Gunnar Bjarnason og Katrin Dalsgaard Nolsøe eru nevndarlimir.

Veltan varð stovnað í 2015 og spratt úr landsfíggjaðu bygdarmenningarverkætlanini “Vakstrarætlan Sandoy”.  Tey fyrstu árini legði Veltan seg serliga eftir at menna karmarnar fyri grønmetisframleiðslu í Sandoy og at breiða út boðskapin um, at tað ber væl til at velta grønmeti í Føroyum, men úr umhvørvinum kring Veltuna spruttu eisini aðrar verkætlanir.

Við árunum vaks virksemið hjá Veltuni út um sjálva framleiðsluna. Vitan, upplæring og førleikamenning gjørdust ein alsamt størri partur av arbeiðinum, og í 2024 varð avgjørt at menna Veltuna til eitt landsfevnandi felag.

Arbeiðið hjá Veltuni hevur sostattt við árunum fevnt um nógv meira enn at velta grønmeti á einum jarðarstykki á Sandi. Royndirnar úr moldini hava verið grundarlag undir undirvísing, vitanardeiling, samstarvi og politiskari ávirkan, skrivar Veltan.

Veltan er í dag bæði ein felagsskapur fyri fólk, sum vilja velta grønmeti til egið brúk, ein pallur fyri skeið, verkstovur og vitanardeiling og ein rødd í samfelagskjakinum um grønmetisframleiðslu, dyrkilendi og matsjálvbjargni.

Veltan ynskir í framtíðini at leggja enn størri dent á at deila royndir og vitan og at samstarva við tílík átøk kring landið. Við nýggju fíggjarligu karmunum er Veltan ikki longur bundin at somu føstu útreiðslum sum áður. Tað gevur felagnum størri rásarúm til at leggja orkuna í tað, sum limirnir brenna fyri: at velta, læra, royna, deila vitan og skapa felagsskap kring føroyska grønmetisvelting. Tað er henda veruleikan, sum broytingarnar í viðtøkunum skulu endurspegla, skrivar Veltan.

Felagið skrivar, at broytingin í viðtøkunum merkir ikki, at vinnulig grønmetisframleiðsla hevur mist týdning fyri Veltuna.

Veltan fer framhaldandi at arbeiða fyri, at politiska skipanin betrar um korini hjá føroysku grønmetisbóndunum, og at føroyingar velja føroyskt grønmeti, tá tað er at fáa, skrivar felagið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder