placeholder
Innanlands

SSP-útbúgvingin kemur nú til Føroya

Fyrsta grundskeiðið verður longu hildið í oktober í ár.

Anna Falkenberg, fólkatingskvinna

Anna Falkenberg, fólkatingskvinna

2026-09-07 13:39 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Umstøðurnar hjá SSP at gera kriminalitetsfyribyrgjandi arbeið verður enn betri, nú SSP-grundskeið verður boðið út í Føroyum. Hetta er úrslitið av avtalu, sum Sambandsflokkurin á Fólkatingi gjørdi við donsku stjórnina í desember í fjør.

Higartil hevur SSP-útbúgvingin einans verið tøk í Danmark.

Í svari til Annu Falkenberg, fólkatingskvinnu fyri Sambandsflokkin, váttar danski løgmálaráðharrin Nicolai Wammen, at neyðug fígging er sett av til, at grundskeiðið kann byrja sum ætlað í 2026. Samstundis vísir hann á týdningin av at styrkja kriminalitetsfyribyrgjandi arbeiðið.

– Tað er gleðiligt, at vit nú síggja úrslitið av tí, sum vit fingu upp á pláss í avtaluni við donsku stjórnina. Vit vita, hvussu týdningarmikið fyrbyrgjandi arbeiðið hjá SSP er, og hvussu týdningarmikið tað er fyri trivnaðin millum børn og ung. Tí er hetta eitt stórt framstig, sigur Anna Falkenberg.

Fyrsta SSP-grundskeiðið verður 26. og 27. oktober í ár, og tað er ætlað nýggjum SSP-umboðum og teimum við avmarkaðum royndum, sum arbeiða við fyribyrging millum børn og ung. Skeiðið gevur eina grundleggjandi vitan um kriminalitetsfyribyrging, vandatekin hjá børnum og ungum, og hvussu samstarvið innan økið kann styrkjast. Samstundis er undirvísingartilfarið tillagað føroyskum viðurskiftum.

– Øll sum arbeiða við SSP eru ótrúliga dugnalig starvsfólk, hóast umstøðurnar ikki altíð hava verið góðar. Tí snýr hetta seg í síðsta enda um at geva teimum, sum arbeiða við okkara ungu og børnum, enn betur amboð, leggur Anna Falkenberg afturat.

Sambandsflokkurin á Fólkatingi

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder