placeholder
Innanlands

Jóan Magnus Olsen fekk ársins herðaklapp frá Vestmanna kommunu

Leygardagin varð hann heiðraður fyri ótroyttiliga arbeiði fyri Vestmanna kirkju, bygdina og bygdafólkið.

(Mynd: Vestmanna kommuna)

(Mynd: Vestmanna kommuna)

2026-09-07 14:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Leygardagin varð ársins herðaklapp latið í sambandi við Vestmannadagarnar, og tann, sum bleiv heiðraður í ár var Jóan Magnus Olsen.

Vestmanna kommuna hevur valt at heiðra Jóan Magnusi Olsen fyri hansara ótroyttiliga arbeiði fyri Vestmanna kirkju, bygdina og bygdafólkið, skrivar kommunan.

Anja Haldansen, forkvinna í trivnaðarnevndini, segði m.a. soleiðis, tá ársins herðaklapp varð latið leygarmorgunin:

– Aftur í ár komu fleiri góð boð inn til kommununa um fólk, sum hava uppiborið herðaklappið. Tað var tó ein, sum fekk upp í fleiri tilnevningar, og vit halda, at hesin persónurin so sanniliga hevur uppiborið eitt herðaklapp.

– Viðkomandi, sum vit nú fara at heiðra, hevur gjørt eitt ólønt arbeiði í nærum 30 ár. Hetta er eitt arbeiði, sum ávirkar flestu okkara, men sum vit ofta ikki geva okkum far um.

– Viðkomandi ger arbeiðið í tí stilla. Hann er altíð til reiðar, óansæð nær á degnum og hvønn dag í vikuni talan er um, og ringir runt til onnur fólk, so tey eisini eru klár at manna ymsu postarnar. Tað er til dagar, ið eru fastlagdir í álmanakkanum, men tað er eisini til allar aðrar dagar í árinum, ið stinga seg upp so hvørt, og til teir brádligu dagarnar. Viðkomandi ger klárt, so vit onnur kunnu koma til opnar dyr, og inn í eitt heitt hús við sangi og orðum. Bæði í gleði og álvara.

Síðan 1997 hevur viðkomandi ótroyttiliga gjørt hetta arbeiðið ólønt – og tímarnir eru nógvir gjøgnum eitt ár og gjøgnum hesi 29 árini samanlagt.

– Vit taka tað flest øll fyri givið, at guðstænasta er í Vestmanna kirkju hvønn sunnudag, at til ber at hava barnadópar og vígslur, tá ið tað passar inn í okkara skema, og at jarðarferðir eru væl fyriskipaðar. Men fyri, at hesir dagar skulu ganga upp, so er ein, ið heldur í træðrunum.

– Fyri sína trúgvu tænastu verður ársins herðaklapp 2026 latið Jóan Magnusi Olsen.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder