placeholder
Uttanlands

Varðhaldsfongslingin longd

Norski drotningarsonurin, Marius Borg Høiby, skal ganga við fótfjøtri í fýra vikur afturat.

(Mynd: Lise Åserud/NTB/Ritzau Scanpix)

(Mynd: Lise Åserud/NTB/Ritzau Scanpix)

2026-09-07 16:36 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Rætturin í Oslo, Oslo tingrett, hevur longt varðhaldsfongslingina hjá norska drotningarsoninum, Marius Borg Høiby, í fýra vikur afturat, skrivar Aftenposten.

Hann hevur verið varðhaldsfongslaður síðan 1. februar, í juli fekk hann loyvi til at sita dómin heima í kongsbústaðnum Skaugum við fótfjøtri.

Hóast varðaldsfongslingina, so sleppur hann at vera við, tá Harald kongur verður jarðaður mikudagin.

Longu í farnu viku upplýsti verjuadvokaturin hjá Marius Borg Høiby, at hann ikki fór at mótmæla leingingina av varðhaldsfongslingini.

- Hann ynskir ikki at varpa ljós á hetta málið í núverandi støðuni, nú Harald kongur er farin, segði Petar Sekulc, verjuadvokatur.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder