placeholder
Innanlands

Fyrsti kandidaturin í serpsykologi á Landssjúkrahúsinum

Hetta er ein týðandi varði í menningini av føroysku barna- og ungdómspsykiatriini, verður sagt.

Frá vinstru: Anna Kristina Norðberg Niclasen, funktiónsleiðari, Sissal Jørgensen, specialpsykologkandidat, Alberta Mc. Leod Jacobsen, specialpsykolog og høvuðsútbúgvingarábyrgdari (Mynd: sjukrahus.fo

Frá vinstru: Anna Kristina Norðberg Niclasen, funktiónsleiðari, Sissal Jørgensen, specialpsykologkandidat, Alberta Mc. Leod Jacobsen, specialpsykolog og høvuðsútbúgvingarábyrgdari (Mynd: sjukrahus.fo

2026-09-07 17:09 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í dag hevur fyrsti serpsykologkandidaturin, Sissal Jørgensen, lokið introduktiónsstarvið í barna- og ungdómspsykiatri á Landssjúkrahúsinum.

- Hetta er ein týðandi varði í menningini av føroysku barna- og ungdómspsykiatriini og eitt úrslit av miðvísum arbeiði gjøgnum fleiri ár, skrivar Landssjúkrahúsið á heimasíðuni.

Serpsykologútbúgvingin er ein fýra ára víðariútbúgving fyri sálarfrøðingar, sum vilja spesialisera seg innan annaðhvørt psykiatri ella barna- og ungdómspsykiatri. Útbúgvingin er býtt í eitt ár í introduktiónsstarvi og trý ár í høvuðsútbúgving.

Meira um útbúgvingina kann lesast á heimasíðuni hjá Landssjúkrahúsinum

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder