Sjúkrahúsverkið søkir nú eftir varastjóra við læknafakligari bakgrund.
Varastjórin er ovasti ábyrgdarhavandi lækni í føroyska sjúkrahúsverkinum og er partur av leiðsluni í Sjúkrahúsverkinum saman við sjúkrahússtjórunum og hinum varastjórunum. Varastjórin við læknafakligari bakgrund virkar eisini sum læknafakligur ráðgevi hjá Heilsu- og orkumálaráðnum.
Søkt verður eftir serlækna við leiðsluførleikum, innliti í sjúkrahúsvirksemi og heilsuøkið sum heild og góðum samstarvs- og samskiftisevnum.
Tummas í Garði hevur verið varastjóri í tilsamans 15-16 ár. Hann er nú farin frá sum tænastumaður, og arbeiðir nú sum lækni í parttíð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald