placeholder
Uttanlands

Trump hóttir aftur grønlendingar  

Og nú er Ísland eisini við á hjá amerikanska forsetanum yvir framtíðar amerikanska yvirræðið.

Heimsmyndin hjá Trump forseta

Heimsmyndin hjá Trump forseta

2026-09-08 07:00 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í gjár bórust tíðindini úr Nuuk í Grønlandi um, at Evropeiska Samveldið, nú er sinnað gera íløgur í Grønlandi upp á tilsamans 200 milliónir evrur, svarandi til knappar 1,5 milliardir krónur.

Hetta í sambandi við, at Ursula von der Leyen, ES-nevndarforkvinna, og Mette Frederiksen, danskur stjórnarleiðari vóru á vitjan í Grønlandi.

Aftursvarið frá forsetanum í USA, Donald Trump, var ein tekning á egna samskiftismiðli sínum, Truth Social, uttan nærri frágreiðing.

Kortið vísir alt Norðuramerika umframt Meksiko og Miðamerika, oyggjarnar í Karibiska havinum og Grønland og Ísland sum verandi amerikanskt.

Sum vera mann varð hetta ikki væl móttiki, hvørki í Grønlandi ella Íslandi.

Íslendska uttanríkisráðkvinnan, Þorgerður Katrín Gunnarsdóttir, bar skjótt at í gjár, og kallaði amerikanska sendimannin í Reykjavík, Billy Long, til fundar, har hesin fekk at vita, at Ísland als ikki kundi góðtaka slíkt. Tað boðaði íslendska uttanríkisráðið frá í gjár.

- Eg má tíverri endurtaka enn einaferð: Grønland er ikki til sølu.

Soleiðis segði grønlendski landsstýrismaðurin, Jens-Frederik Nielsen, í einum tíðindaskrivi, sum viðmerking til tekningina hjá Trump.

- Tað skal vera virðing fyri økisrætti, altjóða rætti og okkara sjálvsavgerðarrætti. Framtíð Grønlands verður avgjørd av okkum í Grønlandi og ikki av øðrum. At endurtaka ynskið um at taka yvir ræði á okkara landi broytir ikki upp á tað, skrivaði Jens-Frederik Nielsen í gjár.

Og hann fær stuðul frá Mette Frederiksen, ið sigur soleiðis í eini viðmerking til Danmarks Radio.

- Grønlendska landssstýrið og grønlandska fólki hava sagt aftur og aftur, at tey ikki ynskja av vera amerikansk. Henda boðskapin kunnu vit endurtaka í dag. Og tað vóni eg ikki at tað er nakar er í iva um, hvørki í USA ella í restini av heiminum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder