Grønlendski jarnsteinurin, Agpalilik, ið merkir ‘kletturin har havkongurin býr’, kemur heim aftur til Grønlands.
Hetta er greitt eftir ein fund millum Nivi Olsen, landsstýriskvinnu fyri útbúgving, mentan, ítrótt og kirkju og donsku ráðkvinnuna fyri gransking, útbúgving og talgilding, Christina Egelund.
Grønlendska kringvarpið skrivar, at grønlendska landsstýrið og danska stjórnin eru samt um málið, og arbeiðið við at fáa loftsteinin er farið í gongd, upplýsir danska undirvísingar- og mentamálaráðið í tíðindaskrivi.
- Agpalilik hoyrir til Grønland. Tí eri eg fegin um, at tað nú er semja um at fáa loftsteinin heim, sigur Nivi Olsen.
Enn er tó ikki greitt júst nær steinurin verður fluttur til Grønlands. Tey bæði søvnini, Nunatta Katersugaasivia Allagaateqarfialu og Statens Naturhistoriske Museum, skulu nú arbeiða víðari við teimum praktisku og fyrisitingarligu spurningunum.
Agpalilik er partur av sonevnda Cape York-loftsteinum, sum rakti Norðurgrønland fyri umleið 10.000 árum síðani.
Steinurin varð funnin í Avanersuaq í 1963 og varð tvey ár seinni fluttur til Danmarkar. Hann vigar umleið 20 tons, og varð síðan brotin í 17 petti.
Steinurin hevur seinastu nógvu árini staðið uttan fyri høvuðsinngongdina til Statens Naturhistoriske Museum í Keypmannahavn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald