placeholder
Mentan

Tvær konsertir við Tarira innan Grikkalandsferð

Kórið skal vera við í altjóða kapping – áðrenn fráferð verða konsertir í Havn og í Gøtu.

2026-09-08 08:06 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í døgunum 7. til 14. oktober fer kórið Tarira undir leiðslu av Bernharði Wilkinson at luttaka á “Kalamata International Choir Competition and Festival” í Grikkalandi. Sum upptakt til kórkappingina fer kórið at hava tvær konsertir í Føroyum.

Fyrra konsertin verður í Hátúni í Tórshavnar Musikkskúla 16. september klokkan 20 og seinna konsertin verður í Gøtu Kirkju 19. september kl. 17.

Kórkappingin í Grikkalandi er skipað soleiðis, at kórini melda til innan ymisk torleikastig og tónleikasløg. Tarira er tilmeldað innan tvey ymisk tónleikasløg. Kórið skal sostatt framføra eitt verk eftir tónaskald úr Grikkalandi.

Harumframt skal kórið eisini framføra føroyskt verk, og í tí sambandi heitti Tarira á tónaskaldið Trónd Bogason um at skriva trý styttri kórverk við støði í yrkingasavninum Svørt Orkide hjá Vónbjørt Vang, sum hon vann Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins 2025 fyri.

Á komandi konsertunum gleðir kórið seg at frumframføra tað eina av hesum kórverkunum. Afturat hesum verða eisini allir aðrir sangir, ið kórið fer at framføra í Kalamata í Grikkalandi. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder