Bretska stjórnin hevur júst boðað frá, at hon hevur sett 30 milliónir pund í SaxaVord Spaceport í Hetlandi sum liður í eini nýggjari ætlan fyri rúmdarvirksemi. Tað skriva BBC og fleiri aðrir bretskir miðlar í dag. 30 milliónir pund svarar til góðar 260 milliónir í okkara krónum.
- Hetta fær ovurstóran týdning fyri rakettstøðina, tí hetta er ein álitisváttan, sum læsir upp fyri 30 milliónum afturat í privatum íløgum, sigur ein talsmaður fyri rakettstøðina.
Fleiri fyritøkur hava nú boðað frá, at tær hava ætlanir um at brúka SaxaVord støðina á oynni Unst norðast í Hetlandi til at skjóta út smáar vinnuligar rakettir, skrivar BBC.
Ein talsmaður fyri bretsku stjórnina sigur, at rúmdin fær alsamt størri týdning til tess at skapa trygd í landinum.
30 milliónir afturat í privatum íløgum
SaxaVord Spaceport er fyrsta rakettstøð í Bretlandi, og hevur góðkenning til at senda upp 30 rakettir um árið.
Felagið sigur, at hesar nýggju íløgurnar geva møguleika fyri at byggja ein hangar afturat umframt tveir útskkjótingarpallar.
Stjórin fyri rakettstøðina, Scott Hammond, fegnast stórliga um peningainnspræningina, sum er ein beinleiðis íløga til Hetland, men eisini til túsundavís av rakettútskjótingum í komandi tíðum.
Týskar fyritøkur við ítøkiligum rúmdarætlanum
Tvær týskar fyritøkur hava gjørt sáttmála við rakettstøðina um útskjótingar. Rocket Factory Augsburg, RFA, arbeiðir ítøkiliga við fyrstu útskjótingian av bretskum landøki. Ætlanin var, at hetta skuldi henda í august, men ‘ein trupulleiki’ kom í vegin, so tað ikki eydnaðist at fremja útskjótingina í ‘vindeyganum’ á fimm vikur sum rakettstøðin hevði fingið loyvi til útskjótingar.
Hitt týska felagið, HyImpulse Technologies GmbH (HyImpulse), ætlar at standa fyri næstu útskjótingini úr Hetlandi seinni í ár. Felagið hevur júst tryggja sær eina innspræning á 50 milliónir evrur, verður upplýst.
SaxaVord Spaceport upplýsir, at støðin hevur samráðingar við aðrar fyritøkur eisini.
Les grein frá í gjár: Fyrsta rakett skotin út í rúmdina úr Evropa
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald