Seinnapartin klokkan 15:10 verður hol sett á hálvfinalurnar í fimakappingini á FM1.
Tá verða tað Hotel Brandan og Betri Trygging sum bresta saman í fyrru hálvfinaluni, meðan Tunnil.fo og RV Tøkni kappast í seinnu hálvfinaluni klokkan 15:30.
Vinnararnir av hálvfinalunum kappast í finaluni, sum verður hósdagin klokkan 15:10.
Spurningarnir í Firmakappingini á FM1 eru almenn vitan, skipaspurningar, nær var tað, tónleikaspurningar og kendar røddir.
Vinnarin av finaluni vinnur gisting til 12 persónar á Hotel Brandan við máltíð á Húsagarði. Fyritøkan ella stovnurin á øðrum plássi vinnur ein túr við Rib62 fyri 12 persónar.
Lurta á fm1.fo ella á frekvensunum kring landið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald