Uttanlands

SAS er aloftast til tíðina

Tøl fyri 2025 og 2026 hava javnan SAS ovast á listanum í Evropa - og í heiminum. Hetta fyri flogfeløg sum í størstan mun megna at lenda til ásetttu tíðina. Fyri august var talið hjá skandinaviska flogfelagnum 87 prosent.

Víst verður eisini á, at SAS, sum nú hevur 80 ár á baki, samanlagt ellivu ferðir hevur verið ovast á slíkum lista síðani januar 2025 (Mynd: EPA)

Víst verður eisini á, at SAS, sum nú hevur 80 ár á baki, samanlagt ellivu ferðir hevur verið ovast á slíkum lista síðani januar 2025 (Mynd: EPA)

2026-09-08 21:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Flogferðsla er tengd at strongum tíðarætlanum, men tær halda av ymiskum orsøkum ikki altíð - og hett kann vera ógvuliga strævið fyri tey ferðandi og starvsfólk á flogvallum/í flogfeløgum.

Men hvørji flogfeløg halda í størsta mun tíðarætlanina?

Í Evropa er besta boðið SAS.

Cirium’s er felag, sum ger ymiskar kanningar innan flogferðslu. Millum annað eina mánðarliga "On-Time Performance".

Hendan kannar flogfeløgini kring heimin, og sambært hesari kanningini fyri august, var talið hjá SAS 87 prosent. So ofta vóru flogfør hjá skandinaviska flogfelagnum til tíðina í síðsta mánaða kring Evropa.

Víst verður eisini á, at SAS, sum nú hevur 80 ár á baki, samanlagt ellivu ferðir hevur verið ovast á slíkum lista síðani januar 2025: Sjey ferðir sum best í Evropa og fýra ferðir sum tað flogfelagð í øllum heiminum, sum í størstan mun heldur seg til ásettu lendingartiðina.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder