Tólv dagar eftir deyða Harald kongs er stór jarðarferð á skránni í Oslo. Kongskistan fer frá Slotskapellinum til Oslo dómkirkju klokkan ellivu føroyska tíð - klokkan 12 lokala.
Sí eisini: Rigga til stóra jarðarferð í Oslo
Umframt norðmenn verður ein rúgva av fólki aðrastaðni frá til jarðarferðina.
Millum hesi eru stjórnarleiðarar sum ukrainski Volodymyr Zelenskyj og Halla Tómasdóttir úr Íslandi.
Av teimum mongu kongaligu kunnu nevnast Filip kongur úr Spania og William prinsur úr Bretlandi.
Norðurlendska familjan hjá Haraldi kongi og norska kongshúsinum verður sjálvandi við - tey úr Svøríki úr Danmark.
Tó kann Margretha drotning, sum er trímenningur Harald kong, ikki luttaka. Tað forðar heilsustøðan Hennara Háting í. Margreta drotning varð innløgd á Ríkissjúklrahúsið eftir eitt dánilsi mánadagin.
Fríðrikur kongur og Mary drotning eru í norska høvuðsstaðnum. Kongshjúnini vóru sæð við kongsskipið Dannebrog við bryggju í Oslo týskvøldið.
Les eisini: Saonja drotning: Takk fyri eitt gott lív
Kelda: nrk.no
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald